{{::favorite.title}}
{{::favorite.excerpt}}
LEYVUKONGURIN í Mentanarhúsinum
Aftur í ár er e-Nám Sangleikabreytin í Fuglafjarðar skúla fegin um at kunna bjóða til ein stóran og spennandi leik. Í vikuni undan páskafrítíðini og nakrar dagar eftir páskafrítíðina sýnir breytin fram ”LEYVUKONGURIN” í Mentanarhúsinum.
Sangleikurin er so heilt avgjørt fyri øll – bæði stór og smá. Leikurin, ið tekur umleið 2 tímar, er bygdur á Disneyteknifilmin frá 1994. LEYVUKONGURIN hevur alt tað, ein stórur og góður leikur skal hava: Góðan tónleik, sang, sjónleik og dans, og eru tað næmingarnir sjálvir, ið standa fyri øllum – eisini tekniska partinum. Tað verður haraftrat gjørt sera nógv burturúr bæði palli og leikbúnum.
Heimskendi Elton John framleiddi tónleikin til filmin/leikin, og munnu mong kennast við sera góðu og vøkru sangirnar.
Tað eru lærararnir, Bárður á Lakjuni og Marjun Djurhuus, ið hava sangleikin undir hond. Umleið 40 næmingar í 10.flokki ganga á e-Nám Sangleikabreytini í ár. Teir eru úr Fuglafjarðar skúla og skúlanum við Streymin.
Mentanarhúsið í Fuglafirði
Karvatoftir 5
530 Fuglafjørður
Eysturoy
130 DKK