24 Apr
Suðuroy
Free
Børn & Ung
Annað

Lær at gera hestahalar og flætta hár

x

Ert tú pápi at einari prinsessu ella skal tú kanska blíva pápi? Ella ert tú kanska ein abbi, ein gubbi, ein pápabeiggi, ein mammubeiggi, ein beiggi ella bert ein góður vinur? Stendur tú eisini við avbjóðingini at gera hestahalar ella flætta hár, men tú hevur ikki ánilsi hvar tú skal byrja? So ert tú ikki einsamallur!
Leygardagin 24. apríl verður eitt stuttligt tiltak fyri menn og teirra prinsessur í Miðlatúni. Okur hava fingið Eyðbjørg Augustinussen, frá Salong Eyðbjørg, og Sólrun Winther, frá Salong Sólrun, at leggja lag á, hvussu tú, sum maður, kanst megna kynsturin at gera hestahalar og flættur.
Hetta mást tú hava við til tiltakið:
– Eina gentu (modellin)
– Hárbust, hárelastik, spennir o.a.
– Gott mót, dirvi og tol
Okur luta tvey gávukort til barnaklipp millum allar modellirnar, sum luttaka á tiltakinum.

Address


900 Vágur
Suðuroy

Contact

Website

Date

24 Apr 10:00 - 13:00

Price

Free