29 Mar
Tórshavn (capital)
Free
Tónleikur

Koronakonsert við Finni & Páll Oddi

x

Vanliga hevur SMS ymisk tiltøk á Torginum, men nú húsið er stongt, er hetta tíverri ikki gjørligt. Somuleiðis hevur koronasmittan havt eina ávirkan á tónleikarar kring alt landið, við tað at konsertir og tiltøk eru avlýst. Tískil hevur SMS saman við fleiri føroyskum tónleikarum funnið upp á ráð, og fara vit at stroyma konsertir beinleiðis av Torginum í SMS.

Tað er Kim Hansen, sum verður vertur til konsertirnar, og hann fer at fáa ymiskar tónleikarar á gátt, sum allir fara at framføra nøkur løg og fáa sær eitt prát við Kim.

Sunnukvøldið 29. mars kl. 21 eru tað Finnur og Páll Oddur, sum koma at framføra saman við Kim Hansen.

Til ber at síggja konsertina á www.koronakonsert.fo og á Facebooksíðuni Koronakonsert.

Address

SMS

á Trapputrøðni
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

29 Mar

Price

Free