Konsertin 10 februar er útseld og tí verður ein eyka konsert hóskvøldið 11. februar
Konni Kass trein inn á føroyska tónleika pallin við útgávuni Haphe í 2016. Haphe bleiv sera væl móttikin í Føroyum og ikki minst í útlondum, har áhugin fyri Konni Kass hevur verið stórur. Konni Kass hevur verið á fleiri konsertferðum í Danmark og Týsklandi, og hevur m.a. spælt á stórum útlendskum festivalum sum Eurosonic, Reeperbahn Festival, Iceland Airwaves, Spot Festival, by:Larm og Roskilde Festival.
Seinastu árini hevur Konni Kass fingist við læknalestur í Keypmannahavn. Eftir loknan lestur, er Konni Kass nú klár við nýggjum tónleiki, sum verður at hoyra í Norðurlandahúsinum.
Við á pallinum eru Per I. H. Petersen á trummum, Knút Háberg Eysturstein á tangentum, Torleik Mortensen á bassi og kórsangarinnurnar Dania O. Tausen, Katrina Olsen og Marianna Winther Nagata.