20 Sep
Eysturoy
50 DKK
Søga & arvur

Hoyr um lívið í roykstovuni

x

Nem við tógvið, royn at karða og hoyr allar søgurnar.
Kl. 19:30 á Báta- og Listasavninum í Leirvík

Dorthea Joensen frá Búnaðarstovuni kemur at greiða frá, hvussu ullamóttøkan virkar og hvat føroysk ull verður nýtt til í dag.
Andrass Joensen kemur somuleiðis at vísa okkum sínar hondgjørdu lutir. Karðar, stokkar, hesputrø og ein rokk millum mangt annað.

Í kaffisteðginum verður søtt at smakka og gátur at gita.

Prísur: 50 kr.

Address

Báta- og Listasavnið í Leirvík

Kulibakki 8
520 Leirvík
Eysturoy

Date

20 Sep 19:30

Price

Atgongumerki 50 DKK