{{::favorite.title}}
{{::favorite.excerpt}}
Á verkstovuni arbeiða vit í 3 tímar við háprenti. Vit skera í ymiskt tilfar, so sum Linolium, Speedy-carve, Speedy-cut og Speedy-cut easy.
Vit royna pressuteknikkir við pressu, baren og b-pressu.
Alt stendur klárt til tín tá ið tú møtir so sum amboð, tilfar, prentsvertur, óavmarkað royndarprentpappír og 6 hágóðsku prentørk.
Alt tilfar, sum verður nýtt á verkstovunum er umhvørvisvinarligt og ikki eitrandi.
Kaffi, te, og okkurt afturvið fæst í steðginum.
Verkstovan verur tillagað luttakarunum.
Ver í arbeiðsklæðum.
(Tilmelding er neyðug)
Gallery Ribarhús & Piddasahandil
í Støð 14
530 Fuglafjørður
Eysturoy
22 Feb