13 Apr
Norðoyggjar
Free
Annað

Fyrilestur um rúsevnismisnýtslu millum ung

x
Týskvøldið 13. apríl kl. 19.00 skipar viðgerðarstovnurin Frælsi, í samstarvi við Soli Deo Gloria og Klaksvíkar kommunu, fyri kunnandi fyrilestri, har tað m.a. verður umrøtt, hvussu vit kunnu fyribyrgja rúsevninsmisnýtslu, og hvørji eyðkenni ein skal vera varugur við.
Endamálið við fyrilestrinum er at upplýsa um rúsevnismisnýtslu og geva foreldrum, avvarðandi, starvsfólkum og umsorganarpersónum amboð til at hjálpa ungum, sum eru blivin bundin at rúsevnum. Eisini verður hugleitt um, hví so nógv ung taka rúsevni í dag.
Fyrilestrarhaldari er Erling Fles, løggildur sálarfrøðingur.
Fyrilesturin er ókeypis og verður í hølunum hjá Soli Deo Gloria á Klaksvíksvegi 56 frá kl. 19:00 til 20:30.
Kaffi og kaka verður eisini bjóðað.

Address

Soli Deo Gloria

Klaksvíksvegur 56
700 Klaksvík
Norðoyggjar

Date

13 Apr 19:00

Price

Free