18 Feb
Eysturoy
Free
Annað

Fyrilestur: Skamtateldan

x

Í samstarvi við Aarhus Universitet verður skipað fyri einari røð av fyrilestrum í Løkshøll. Fyrilestrarnir verða sendir beinleiðis úr Sø auditorierne í Aarhus, og kunnu ikki stroymast aðrastaðir á Internetinum, og verða ei heldur ikki lagdir út alment aftaná. Tískil er einasti møguleiki at uppliva fyrilestrarnar beinleiðis hjá góðkendum verti, eitt nú hjá okkum í Løkshøll / Bókasavninum við Løkin.

Talan er um náttúruvísindaligar og heilsufakligar fyrilestrar við høgum akademiskum støði; uppleggið er tó, at ein og hvør skal kunna fáa okkurt burturúr. Beinleiðis samband er við fyrilesturhaldaran, og møguleiki er at seta spurningar og fáa svar.

Yvirskrift: Skamtateldan
Fyrilesturhaldari: Professari í kvantefysik Klaus Mølmer, Institut for Fysik og Astronomi, Aarhus Universitet
Mál: Danskt
Kostnaður: Ókeypis atgongd
Í steðginum verður ókeypis drekkamuður at fáa.

Um fyrilesturin skrivar Aarhus Universitet:
“Få en intro til kvantefysikkens verden, og hør om den nye ”kvanterevolution” som udvikler teknologier der bygger på de mest paradoksale kvantefænomener. Hør om hvordan kvantecomputere virker og hvad de kan bruges til.”

Address

Bókasavnið við Løkin

Rókavegur 1
620 Runavík
Eysturoy

Date

18 Feb 17:45 - 20:00

Price

Free