10 Mar
Eysturoy
Free
Annað

Fyrilestur: Náttúran í framtíðini

x

Í samstarvi við Aarhus Universitet verður skipað fyri einari røð av fyrilestrum í Løkshøll. Fyrilestrarnir verða sendir beinleiðis úr Sø auditorierne í Aarhus, og kunnu ikki stroymast aðrastaðir á Internetinum, og verða ei heldur ikki lagdir út alment aftaná. Tískil er einasti møguleiki at uppliva fyrilestrarnar beinleiðis hjá góðkendum verti, eitt nú hjá okkum í Løkshøll / Bókasavninum við Løkin.

Talan er um náttúruvísindaligar og heilsufakligar fyrilestrar við høgum akademiskum støði; uppleggið er tó, at ein og hvør skal kunna fáa okkurt burturúr. Beinleiðis samband er við fyrilesturhaldaran, og møguleiki er at seta spurningar og fáa svar.

Yvirskrift: Náttúran í framtíðini
Fyrilesturhaldari: Professari í økologi Jens-Christian Svenning, Institut for Bioscience, Aarhus Universitet
Mál: Danskt
Kostnaður: Ókeypis atgongd
Í steðginum verður ókeypis drekkamuður at fáa.

Um fyrilesturin skrivar Aarhus Universitet:
“Jorden er en levende planet fyldt med mange forskellige livsformer. Men Jordens store befolkning presser nu naturen. Hør hvordan mennesket påvirker Jordens biodiversitet og om konsekvenserne for fremtidens levende natur. Hvilke løsninger skal vi satse på?”

Address

Løkshøll

Rókavegur 1
620 Runavík
Eysturoy

Date

10 Mar 17:45

Price

Free