14 May
Tórshavn (capital)
Free
Verkstovur

Fyrilestur: Lær at liggja ovarlaga á Google

x

Sum liður í røðini av verkstovum, sum Visit Faroe Islands skipar fyri, verður bjóðað á næstu verkstovuna. Hon verður hildin á Hilton Garden Inn Faroe Islands, fríggjadagin 14. mai. Øll, sum arbeiða í og eru áhugað í ferðavinnuni, kunnu tekna seg.

Vit munnu øll hava roynt tað fyrr. At ‘googla’. Men hví kemur ein ávís heimasíða framum eina aðra? Hvussu kanst tú fáa tína heimasíðu at liggja so langt frammi sum gjørligt? Og hví hevur tað týdning?

Svarið er ‘search engine optimisation’, eisini nevnt SEO. Á nýggjastu verkstovuni hjá Visit Faroe Islands kanst tú læra um at menna tína heimasíðu, soleiðis at hon liggur ovarlaga á leitimaskinum. Munurin millum, um tín heimasíða liggur sum nummar 1 ella sum nummar 11 á t.d. Google, kann hava stóran týdning fyri, hvussu nógv vitja tína síðu – í summum førum er talan um fleiri hundrað prosent fleiri vitjandi á teimum síðum, sum liggja ovarlaga á leitimaskinum.

Bárður Eklund, talgildur marknaðarføringsleiðari á Visit Faroe Islands, fer at greiða frá um mekanismurnar handan SEO og vísa á, hvønn týdning SEO hevur havt í arbeiðinum at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál á netinum.

SEO kann tykjast fløkjasligt. Bárður fer at vísa, hvussu sjálvt smáar broytingar kunnu gera stóra mun, tá talan er um SEO, soleiðis at tín heimasíða kann fáa betri pláss á leitimaskinum, og harvið verða meira sjónlig.

Fyrilesturin verður á hildin á Hilton Garden Inn Faroe Islands fríggjadagin, 14. mai frá kl. 14:30 til 16.

 

Tá fyrilesturin er liðugur, verður bjóðað til ábit og drekka, og høvi verður at fara til ‘brúsandi fríggjadag’, sum Hilton Garden Inn stendur fyri.

Address

Hilton Garden Inn


100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

14 May 14:30 - 16:00

Price

Free