04 Jul - 16 Aug
Tórshavn (capital)
Free
Myndlist

Framsýning: TÍÐIN 

x
“Tíðin” er ein røð av myndum, sum listamaðurin Bárður Dal Christiansen sýnir fram í Norðurlandahúsinum í summar.

TÍÐIN
ein myndasøga

“Tíðin” er ein røð av myndum, har Bárður hevur hugleitt um essensin av tíð, sum ein ítøkilig áhaldandi gongd, men eisini sum eitt abstrakt og hugtoykt fyribrigdi, har ymiskar hugsanir og hendingar hittast, í brotum og stubbum, í eini tilgjørdari verð.

Í hesari framsýning er dentur lagdur á: Samtíðina.

Listaverkið “Livibreyð”, skal savna inn pening til Barna- og ungdómspsykiatriina á Landssjúkrahúsinum. Við listaverkið verður ein bússa, har til ber at koyra pengar í. Eisini er møguligt at skriva navn sítt á baksíðuna av myndini. Tá framsýningin er av, verður listaverkið selt á uppboðssølu. Allir pengarnir, ið koma inn gjøgnum tiltakið og søluna, fara óskerdir til Barna- og ungdómspsykiatriina á Landssjúkrahúsinum. Innsavnaði peningurin kann geva teimum møguleikan at keypa nýggjar leikur, tí tær leikurnar, ið eru á deildini, eru farnar langt framvið haldførisdegnum.

GG: Innsavningin byrjar seinni – lýst verður við hesum skjótast tilber.

Bárður hugleiðir um myndina:

”Eg havi gjørt eina mynd, ið eitur “Livibreyð”. Tað er rættuliga einfalt og vísir eina sjúkrasystir, ið hevur brotið Deyðastjørnuna (úr Star Wars. Hon hevur altíð verið ímyndin av óndskapi í mínum hugaheimi). Runt um høvuðsmyndina av sjúkrasystrini eru ymsar symbolskar ímyndir. Ein nokk so gerandislig viðmerking til tíðina, vit liva í beint nú .”

Bárður Dal Christiansen er 35 ára gamal føroyskur listamaður. Í løtuni er hann undir útbúgving til arkitekt á Det Kongelige Danske Kunstakademi og assistentur hjá viðurkenda danska listamanninum Peter Callesen. Bárður hevur støðugt sýnt fram og verið undir listarligari menning síðan hann debuteraði á Várframsýningini í 2007.  

Bárður hevur verið limur í Føroysk Myndlistafólk síðan 2009.  

Bárður arbeiður mest við figurativari málningalist, tekning, skurðum og grafikki. Bárður býr og arbeiður á Christianshavn, Keypmannahavn men hevur verið í Korona útlegd í Føroyum siðani marts, har hann hevur arbeitt við list sínari, í verkstaðnum í Bacalao. 

Heimasíða http://www.bardurdc.com/ 

Instagram https://www.instagram.com/bardurdc/ 

Hoyrið innslag í KVF um listaverkið og hugskotið handan framsýningina hjá Bárði her: http://kvf.fo/netvarp/uv/2020/06/13/listaverk-skal-savna-inn-pening 

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

04 Jul - 16 Aug Every: Mon
Tue
Wed
Thu
Fri
Sat
Sun

Price

Free