12 Jul
Tórshavn (capital)
100 DKK
Festivalar
Tónleikur

Fólkatónleikastevnan

x
Kór, blues, americana, roots og fólkatónleikur

Kata (Vokaltónleikur)
Eyð Steinbjørnsdóttir, Guðrið Hansdóttir, Arnfríð Lützen, Unn Paturson, Birita
Adela Davidsen (vokal)

Ragnar Finsson (Blues/Roots)
Ungur tónleikari úr Tórshavn. Hann hevur seinastu árini ferðast nógv runt í Europa og spælt í eitt nú Belgia, Svøríki, Danmark, Estlandi og Finlandi. Í 2017 gav hann út fyrstu plátu sína, “As The Sun Sinks Down”. Tónleikurin hevur íblástur úr Roots, Americana og Blues, har dentur verður lagdur á nógvu søgurnar um fólk hvørs gerandisdagur var merktur av hungursneyð, hørðum arbeiðskorum, immigratión osfr. Hesi fyribrygdi kunnu tykjast okkum fjar í góðum tíðum, men kaga vit beint útum okkara egnu vælferð, so eru evnini í dag eins viðkomandi og týdningarmikil at syngja um.
Ragnar Finsson (vokal, gittar)

Kalas (Fólkatónleikur)
4 vinkonur, ið hava spælt tónleik í 10 ár. Bólkurin Kalas bleiv samansettur í summar 2017, eftir tey luttóku í eini fólkatónleikastevnu í Finnlandi, og hevur bólkurin verið virkin síðani. Tey hava spælt fleiri konsertir runt um í Føroyum og spæla bæði føroysk og útlendsk stykkir, sum tey hava tikið til sínum gjøgnum árini.
Døgg J. Úr Dímun (violin), Kristianna S. Joensen (akkordion), Bjørt Holm (sello), Sigrið
F. Hansen (bas)

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

12 Jul 15:00

Price

Vanligt 100 DKK