11 Apr
Tórshavn (capital)
50 DKK
Filmar

Fat Front

x
Filmur: Ein kollvelting er í gongd í Skandinávia

Ein kollvelting er í gongd í SkandináviaNógvar kvinnur eru troyttar av sjálvshaturi og skomm og stoltar kalla tær seg nú tjúkkar. Tær krevja virðing og javnvirðing í einum sjúkligum, klænkifikseraðum samfelagi, meðan tær stríðast við lívlangum lágum sjálvsvirði. Í alt ov mong ár hava tær sett lívið í bíðistøðu. Tær hava ikki keypt klæði, ikki dansað, ikki gingið saman við nøkrum – tí tær hava bíðað eftir at gerast klænar. Hetta gjørdist tó ongantíð til veruleika. Ístaðin funnu tær hvørja aðra og tí kropspositivu rørsluna. Dellur og skelvandi lør sleppa nú leys,og kroppar teirra verða nýttir aktivistiskt. Við einum feministiskum og argandi tóna og einari listarligari sjóneyku á natúrligar vakrar kroppar, broytir filmurin okkara ímynd av kroppinum.

Til skúlar/lærarar
Er áhugi fyri skúlasýningum og undirvísingartilfari, eru tit vælkomin, at seta tykkum í samband við okkum: nlh@nlh.fo

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

11 Apr 15:00

Price

Vanligt 50 DKK