21 Oct - 23 Oct
Eysturoy
Free
Ráðstevnur

Faroexpo - Breiðari netverk og øktan kundaskara

x

Endamálið við Faroexpo er at skapa nýggj sambond og at styrkja sambandið millum fyritøkur kring landið, umframt millum føroyskar og útlendskar fyritøkur.

Eitt partenariat, er eitt forum, har bert tilmeldaðar fyritøkur hava atgongd at fundast við hvørja aðra. Tó ber til at bjóða øðrum fyritøkum og einstaklinum á fund fyri ein rímiligan kostnað.

Tilmeldaðar fyritøkur kunna fáa nýggjar kundar, veitarar og samstarvsfelagar bæði heima og uttanlands.

Fyritøkurnar møta øðrum fyritøkum sum eru áhugaðar í at samstarva, tí luttakararnir hava goldið fyri at fundast við tær fyritøkur sum tær ynskja at møta. Í tveir dagar ber til at halda upp til 16 fundir.

Tilmeldaðu fyritøkurnar kunnu fokusera uppá tað sum hevur týdning, tí alt tað praktiska tekur Faroexpo sær av, eisini samskipan av fundunum.

Evnið á ráðstevnuni á Faroexpo er altíð viðkomandi. Í ár er evnið: “Brexit, møguleikar og avbjóðingar“.

Ráðstevnan fer at viðgera hvørjir møguleikar og hvørjar avbjóðingar kunnu standast av at Bretland er farið úr ES. Komið verður inn á hvat Brexit snýr seg um, og hvussu Føroyar verða ávirkaðar av skiftinum hjá Bretlandi, frá at vera eitt ES-land til at standa í somu støðu í Norðurhøvum sum vit, ið ongantíð gjørdust partur av hesum felagsskapi. Fokus verður eisini á, hvør orsøkin er til at føroyska samvinnan við grannan, Bretland, er so lítil? Hví við ikki gagnnýta støðuna handilsliga, tá tað kemur til útflutning og innflutning, í mun til ein granna, har næstan 70 milliónir fólk búgva.

Eftir fyrilestrarnar verður pallborð, sum fer at kjakast um hvussu Føroyar best kunna gagnnýta nýggju støðuna, sum verður eftir Brexit. Áhoyrararnir fáa høvi at seta spurningar bæði til fyrilestrarhaldararnar og til pallborðið.

Address


620 Runavík
Eysturoy

Contact

Website

Date

21 Oct 2020 19:30 - 21:30
22 Oct 2020 08:15 - 21:30
23 Oct 2020 08:15 - 17:00

Price

Free