27 Feb
Eysturoy
250 DKK
Tónleikur

Konsert við EIVØR

x

Mentanarhúsið verður hóskvøldið 27. februar karmur um eina konsert hjá Eivør við bólki.

Sum fyrireiking til konsertferð í Europa, fer Eivør at hava venjingarlegu í Mentanarhúsinum. Konsertferðin verður skotin í gongd við einari konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, har Eivør fer á pall saman við Mikael Blak, Per Ingvaldi Højgaard Petersen og Mattiasi Kapnas.

Eivør er júst í gongd við at innspæla nýggja fløgu, ið kemur út tíðliga í heyst. Ivaleyst sleppa vit at fáa ein lítlan forsmakk av spennandi nýggja tilfarinum, ið Eivør arbeiðir við.

Address

Mentanarhúsið í Fuglafirði

Karvatoftir 5
530 Fuglafjørður
Eysturoy

Date

27 Feb 20:00 - 23:00

Price

250 250 DKK