06 Aug - 30 Sep
Free
Myndlist

"eg sakni alt alla tíðina"

x

Alda Mohr Eyðunardóttir sýnir fram í forhøllini á Listasavni Føroya. Alda Mohr Eyðunardóttir lesur á Kunstakademinum í Keypmannahavn og høvi er tí at síggja heilt nýggja og áhugaverda samtíðarlist. Høvuðstátturin í framsýningini er “saknur”, eins og heitið vísir á.

Tað er altíð ókeypis atgongd til forhøllina, og øll eru hjartaliga vælkomin.

FAKTA:

Alda Mohr Eyðunardóttir (f. 1997) er fødd og uppvaksin í Tórshavn og gongur á Kongaliga Danska Kunstakademinum í Keypmannahavn.

Hon hevur verið við á fleiri várframsýningum og ólavsøkuframsýningum, og í 2019 hevði hon fyrstu serframsýning sína, “Flakar”, í gomlu Skálabúðini í Tórshavn. Seinasta árið hevur Alda Mohr Eyðunardóttir verið við á framsýningini “Samrøður um mjørka” (2020-2021) á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn.

Framsýningin er at síggja í forhøllini á Listasavni Føroya.

Savnið er opið hvønn dag frá kl. 11-17.

Les meira um framsýningina her: https://art.fo/framsyningar/framsyning/175

Vælkomin!

Address



Contact

Date

06 Aug - 30 Sep Every: Mon
Tue
Wed
Thu
Fri
Sat
Sun

Price

Free

av