28 Mar
Eysturoy
Free
Tónleikur
Náttúra & uttandura

Earth Hour í Fuglafirði

x

Eins og undanfarin ár, skipar Fuglafjarðar kommuna fyri Earth Hour leygardagin 28. mars kl. 20.30. Sum vant verða gøtuljós sløkt eins og ljósini á havnalagnum og á vøllinum. Í ár verður tað eitt #samanhvørsær #unplugged tiltak, har Johan Hentze fer at spæla dragandi og vónríkar trompettónar, har temaiið er ljós.

Vit útnytta serliga amfi-teatur-skapið, sum Fuglafjørður hevur, har Mentanarhúsið liggur sum pallur, og bygdin liggur eftir fjallasíðunum rundanum. Johan Hentze fer tískil at spæla nøkur løg úr Mentanarhúsinum móti bygdini. Vónin er, at um fólk fara útum ella lata vindeyguni upp, so berast tónarnir í túni ella inn í húsini.

Einki ljós verður brúkt, so Johan fer at standa í myrkri, tí hetta er eitt átak móti ovurnýtslu í okkara tíð, við fokus á umhvørvis-trupulleikarnar og veðurlagsbroytingarnar, sum eru íkomnar av okkara ovurnýtslu. Tí verða øll óneyðug ljós sløkt, eisini gøtuljósini í kommununi, ljósini á havnalagnum, sum tað ber til at sløkkja, og ljósini á vøllinum.

Vónandi taka fólk í Fuglafirði eisini væl ímóti átakinum og sløkkja allan óneyðugan streym hesa løtuna. Eitt gott hugskot er at tendra kertuljós at birta vón, og fara útum ella lata vindeyga upp at vita, um trompet-tónarnir hoyrast. Ella bert at sita í kvirru við kertuljósum og frøast um, at hóast Corona-sóttin herjar og noyðir okkum at vera heima, so hevur hon havt okkurt gott við sær, tí umhvørvið er er ikki fyri so ógvusligari ávirkan, nú nógv virksemi liggur stilt, og ferðslan er minkað munandi

Address

Mentanarhúsið í Fuglafirði

Karvatoftir 5
530 Fuglafjørður
Eysturoy

Date

28 Mar 20:30 - 21:30

Price

Free