01 May
Suðuroy
995 DKK
Tónleikur

Dansibandsfestivalur í Vági

x

Vikuskiftið 30. apríl og 1. mai verður Dansibandsfestivalur í Vági.

Dansibandsfestivalurin bjóðar øllum dansi-áhugaðum føroyingum til Vágs til dans fríggjakvøld og leygarkvøld. Bjóðað verður til góðan dansibands-tónleik, sum verður kryddaður við góðum mati, góðum undirhaldi og hugna – og ikki minst við stórum gestablídni.

Skráin fevnir millum annað um tvey framúr dansikvøld, syngið við kvøld, brunsj, grillkvøld, dansibandsgudstænastu, gongutúr í stórslignu náttúruni kring Vág, og ikki minst um hugna.

Undanfarin ár hava útlendsk dansibandsorkestur spælt á Dansibandsfestivalinum, men Dansibandsfestivalurin 2021 verður burturav við føroyskum dansibandsorkestrum og tónleikarum.

Longu nú er greitt, at m.a. hesi fara á pall á Dansibandsfestivalinum í Vági í ár:

  • Hans Jacob & vinmenn
  • Sunrise
  • Norrøna Dansband
  • FourMen

Atgongumerkjasølan

Nógv keyptu vikuskiftispass til Dansibandsfestivalin 2020 og tey, sum ikki hava fingið endurgjald fyri vikuskiftipassið, hava vikuskiftispass til Dansibandsfestivalin 2021.

Vikuskiftispass til Dansibandsfestivalin 2021 kunnu keypast á www.billett.fo – kostnaður 995 kr. (+ 20 kr. í avgjaldi).

Íroknað í prísinum er:

Fríggjakvøld: Syngið við kvøld og dansur fríggjakvøld.

Leygardag: Gongurtúrur við ferðaleiðara, Brunsj, Dansibandsgudstænasta, Grillkvøld, og dansur leygarkvøld.

Address


900 Vágur
Suðuroy

Contact

Website

Date

01 May

Price

Prísur 995 DKK