13 Feb
Suðuroy
150 DKK
Ráðstevnur

"Cee Cee"

x

Fyrilestrahaldari Cecilia “Ceecee” Jacobsen er komin langan veg síðani hon fyrstu ferð segði frá síni hjartaskerandi og tó hugkveikjandi sonnu søgu á pallinum í Norðurlandahúsinum: søguni um at vera tann fyrsti (og leingi tann einasti) alment transkyndi føroyingurin; um hvussu ógvusligt uppvøksturin í hesum lítla samfelagi ávirkaði alt lív hennara, og um hvussu tað kennist at vera “kend” fyri nakað, hon ongantíð bað um og ongantíð ynskti.

Fleiri enn 2000 fólk hava verið og lurtað eftir henni, og hava ummælini verið framúr góð. Serliga hava fólk latið væl at hennara serstakliga góðu evni, at javna tað syrgiliga út við nógvum spontanum, skemtiligum viðmerkingum, sum lætta um stemningin og ger alt tað harða nemmari, enntá stuttligt at lurta eftir.

Cecilia hevur hildið útseldar fyrilestrar bæði í Norðurlandahúsinum og í Løkshøll. Síðani tá, hevur hon havt fleiri afturat, millum annað á Bryggjuni í Keypmannahavn, tá hon var niðri og bleiv interviewað á Go’ Morgen Danmark, og í suðri á loftinum í Vilthúsinum. Nú kemur hon suður aftur, hesaferð í SALT.

Hon fer at greiða frá um kroppsligt kyn, kynssamleika, og hvat tað veruliga merkir fyri hana at vera tvørkynd. Kom og lýð á hennara endurminningar um djúpt persónligar lyklaløtur frá fyrstu barndómsminnunum til kynsskurðviðgerðina; um flýggjanina úr Føroyum til eitt fremmant land, har hon goymdi samleika sín frá øllum í tvey samfull ár, og um hvussu hetta ávirkaði hana.

Address

SALT - Sound Art Live Theatre

Drelnes 22
827 Øravík
Suðuroy

Date

13 Feb

Price

150 DKK