16 Mar - 20 Mar
Sandoy
1500 DKK
Verkstovur

At skriva til børn (og onnur menniskju)

x

Býr ein søguforteljari innan í tær? Ella kanska ein spennandi søga? Hetta skeiðið vendir sær til tín, ið hevur hug at skriva til børn (og onnur menniskju).

Ein heil vika fylt við íblástri (og friði) til at lata hugflogið sveima og skriva – við kønari vegleiðing frá Rakel Helmsdal – (kanska) fremsta barnarithøvundi okkara.

Tær nýtist ikki, men kanst, hava hugskot til eina søgu klár. Arbeitt verður bæði við venjingum saman, og við einstøku hugskotunum. Skeiðið er ætlað øllum – bæði royndum og óroyndum.

Komið og skapið nýggjar heimar.

Lærarar: Rakel Helmsdal

Dato: 16. – 20. mars 2020

Støði: Grundskeið

Longd: 5 dagar

Næmingatal: Í mesta lagi 16 næmingar

Upptøkutreytir: Ongar. Øll eru vælkomin.

Prísur: 1500 kr pr persón (við í prísinum er skeiðsluttøka og vistarhald. Les um vistarhald á Mat & Moldháskúlanum her).

Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til tilmelding@moldmentan.fo.

Address

Mat & Moldmentanarháskúlin

Mørkin Mikla 5
210 Sandur
Sandoy

Date

16 Mar - 20 Mar Every: Mon
Tue
Wed
Thu
Fri

Price

1500 DKK