Other sites

Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Kamping í Dali

Dalur hevur gott kampingar- og tjaldingarpláss – har pláss er fyri einum 25-30 húsvognum á grasi – við øllum hentleikum, ið krevjast til eitt slíkt stað.

Í 2013 er nýtt hús bygt til campingplássið, har atgongd er til alskyns hentleikar. Har er uppihaldsrúm við kaffimaskinu, vaskimaskinu og turkitrumlu.

Uttanfyri, undir taki, er stór grill og vask, ið øll kunnu brúka.

Harumframt eru 3 stór wc við brúsu.

 

Kostnaður

Ein húsvognur kostar kr. 175,- fyri hvørt samdøgur, íroknað el og internet. Limir í camping.fo gjalda 150 kr.

Tjalding kostar 100 kr fyri hvørt samdøgur.

 

Brúsa kostar kr. 20,- í 10 min.

Vaskimaskina kostar kr. 20,- fyri 150 min

Turkitrumla kostar kr. 20,- fyri 150 min

Tað er lætt at sleppa av við rusk og at tøma septitanga.


Bílegging

Áhugaði kunnu ringja á tel. 217901 ella 218901 ella senda teldupost til helga67@olivant.fo ella bodvar@olivant.fo